Kom við til Fjarðarok sum verður 14-15 Juni. 2024
Um Fjarðarok
Fjarðarok er eitt tiltak ætlað familjum og einstaklingum, ið dáma at nóta summarið í Føroyum, gjarna í einum bygdarsligum umhvørvi. Økið á bryggjuni er stórt, og bæði húsbilarnir og bátarnir eru við til at skapa hugnaligu karmarnar um familjuvinarliga tiltakið. Vit leggja stóra orku í, at børnini skulu fáa ein ógloymandi dag, og at barnatiltøkini eru ókeypis. Skráin til tiltakið er fjølbroytt. Vit bjóða miðsummarbál, felagssang, røðu, tónleik, skemt og mangt annað. Tiltakið fevnir um tveir dagar, og sjálvandi er møguleiki fyri at keypa sær okkurt til matnað, og okkurt fyri tosta á staðnum. Vit ynskja tykkum øllum at verða vælkomin at nóta summarið saman við okkum, á bryggjuni í Skálafirði